Vit søkja enn fleiri venjarar

Vegna støðuga limatilgongd, søkir Giza Hoyvík eftir ungdómsvenjarum. Felagið er í stórari framgongd viðvíkjandi menning innan fótbóltin í Føroyum, og hevur m.a. tríggjar A-venjarar knýttar at ungdómsdeildini.

Vit bjóða...

  • Eitt læruríkt og hugnaligt umhvørvið
  • Vegleiðing og hjálp frá høvuðsungdómsvenjaranum
  • Venjaraskeið frá FSF og innanhýsis skeið í felagnum
  • Gott samarbeiði millum venjarar í felagnum
  • Samstarv við foreldur, skúlar og onnur feløg í landinum

Vit vænta...

  • At tú ert álítandi
  • At tú dugur at taka ábyrgd
  • At tú strembar eftir at menna teg sjálvan sum venjari
  • At tú kemur við jaligum hugburði
  • At tú dugur at samstarva
  • At tú dámar at skapa eitt gott og stuttligt umhvørvi fyri børn og foreldur

Setanarviðurskifti

Til ber at byrja beinanvegin, ella eftir nærri avtalu.

Samsýning verður veitt eftir avtalu við ungdómsnevndina.

Hevur tú hug at bjóða teg fram sum venjari og verða virkin í felagnum, kanst tú senda ein teldupost til giza@email.fo. Tú finnur okkum eisini á www.facebook.com/GizaHoyvik, har tú kanst senda okkum eini boð.

Vinarliga viðmerk navn, bústað, føðingardag, tlf. nr., e-mail + venjaraskeið og royndir innan fótbólt.

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at skriva ein teldupost til okkum, ella senda eini boð umvegis Facebook vangan.





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar