Upptakt Giza Hoyvík - HB

GIZA HOYVÍK Í 2015!

Í dag skriva vit 2015, og Giza Hoyvík sum felagslið hevur á fyrsta sinni spælt seg í fjórðingsfinaluna. Onki er at siga til, at hetta er ein søguligur dagur og dystur, og tað eru dystir sum hesir, ið veruliga seta sjóneykuna á eitt felag, sum einaferð vóru tvey ymisk feløg, men sum bæði hava liva eina lagnu, hvørs endamál og tilvera altíð hava verið eitthvørt ógreið. Í dag er framtíðin tó ikki longur ógreið!

FF Giza og FC Hoyvík løgdu saman í 2011, og síðani tá hevur endamálið altíð verið Hoyvík men tíðarramman eitt sindur óviss. Nú er alt uppá pláss formliga, og nú verður spakin settur í fyrsta dagin. Nú hava vit eitt endamál og eina tilveru, og tá felagið klárar at vaksa í trongum umstøðum í Gundadali, so er onki mark fyri, hvussu stórt tað kann gerast, tá flutt verður niðan til Hoyvíkar.

HOYVÍK

Giza Hoyvík er eitt sermerkt felag á allar hættir. Giza varð stovnað fyri seks árum síðani av unglingum, harímillum hoyvíkingum, sum ynsktu eitt felag, har talan ikki var um elitufótbólt, men har tann sosiali parturin bleiv dyrkaður, og har man onkursvegna fekk sameint tann dugnaliga leikaran og hin, sum ongantíð áður hevði leikað fótbólt. Úrslitið gjørdist eitt frálíkt ár í 2010, tá Giza vann sær uppflyting í 2.deild. Eitt felag í menning, og hóast tilfeingið var mannað av royndum og óroyndum leikarum, var úrslitið greitt; Giza hevði gróðrarlíkindi og møguleika at seta sær nøkur mál.

Um hetta mundið var stígur komin í hjá FC Hoyvík. Gamla Fram broytti navn til FC Hoyvík, tí man væntaði flytingina at vera heilt nær. Her gekk tó ikki alt, sum ætlað, og tá niðurflytingin úr 1.deild gjørdist veruleiki í 2010, so var ivasamt, hvussu nú skuldi rekast.
Í samráðingum við Giza, sum enn manglaði at staðseta seg, komu nevndirnar ásamt um at royna eitt samstarv. Av tí sama gjørdist Giza partur av Hoyvíksætlanunum hjá FC Hoyvík og onkursvegna, so gav flytingin nú enn meira meining. Giza í vøkstur bleiv til Giza Hoyvík, og nú var endiliga eitt felag, sum í so nógv ár ongantíð átti sær veruligan stað og heimavøll, sum nú endiliga kundi flyta heim. Argja Bóltfelag høvdu í fleiri ár vøll í Gundadali, men tað lá altíð í kortunum, at Argir var endaliga staðsetingin, tá vøllur kom. Sama kann sigast um Giza Hoyvík. Umstøður hava ongantíð loyvt okkum at kalla Gundadal okkara heimstað, tí har stutt og greitt ikki er pláss fyri okkum. Hoyvíkin er framtíðin, og framtíðin í Hoyvík er Giza Hoyvík.

Hoyvíkin eigur at hava ein fótbóltsvøll! Hoyvíkin eigur at hava eitt felag í bestu deildini! Hoyvíkin eigur at hava eitt fótbóltsfelag, sum kann røkka hesi mál, og hetta felagið eitur Giza Hoyvík!

Gott kappingarár og góðan dyst!

Kenneth Hovgaard Djurhuus
Formaður, Giza Hoyvík

Dystarblaðið Giza Hoyvík - HB.pdf  





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar