Ungdómsvenjarar

Giza Hoyvík søkir eftir ungdómsvenjara


Giza/Hoyvík søkja eftir ungdómsvenjarum til komandi kappingarár, sum skulu mynda fótbóltin og menningina í felagnum. Felagið er í stórari framgongd viðvíkjandi menning innan fótbóltin í Føroyum.

Árið 2015 verður eitt sera spennandi ár viðvíkjandi barna- og ungdómsfótbóltin í felagnum. Tað er samtykt og klárt, at fara í holt við at byggja ein nýggjan vøll í Hoyvík, sum vantandi verður klárur eftir summarferiuna.

Vit bjóða...

  • Eitt læruríkt og hugnaligt umhvørvið

  • Vegleiðing og hjálp frá høvuðsungdómsvenjarinum

  • Venjaraskeið frá FSF og eisini innanhýsis skeið frá felagnum

  • Gott samarbeiði millum venjarar í felagnum

  • Samstarv við foreldur, skúlar og onnur feløg í landinum


Vit vanta...

  • At tú dugur at taka ábyrgd

  • At tú strembar eftir at menna teg sjálvan sum venjari

  • At tú kemur við jaligum hugburði

  • At tú dugur at samstarva

  • At tú dámar at skapa eitt gott og stuttligt umhvørvi fyri børn og foreldur

Setanarviðurskifti

Venjingarnar byrja hálvan januar.

Samsýning verður veitt eftir avtalu við ungdómsnevndina.

Um tú ikki hevur grundskeið í venjaraútbúgvingini, hevur tú møguleikan at tilmelda teg til B1-venjaraskeið frá FSF, ið byrjar eftir ársskifti.


Um tú hevur hug at bjóða teg fram sum venjari og verða virkin í felagnum, kanst tú senda eina umsókn til jogvan86@gmail.com .

Vinarliga viðmerk navn, adressa, føðingardagur, tlf. nr., e-mail + venjaraskeið og royndir innan fótbólt.

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi starvið, ert tú vælkomin at ringja til høvuðsungdómsvenjaran Jógvan Sólheim Heinesen á tlf nr. 57 71 43.





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar