Undrið FF stendur fyri framman!

Í kvøld var trekt í Løgmannssteypinum í 3-2, tá gamli formaðurin, Fróði Danielsen rullaði fram Undrið sum heimalið og okkum sum útilið. Vinnarin av okkara dysti skal vestur til Miðvágs at leika móti MB.

Lítið er at ivast í, at hetta er gott lutakast fyri okkum, men tað er somuleiðis lítil ivi um, at mótstøðulið okkara hugsa á sama hátt.

Tað ræður tí hjá okkara monnum at halda høvdið kalt og verða 100% fokuseraðir. Ikki minst innsatsurin skal sum minimum vera 120%.

Lutakastið var drigið soleiðis:

Innleiðandi umfar
Undrið FF - Giza/Hoyvík
Royn - 07 Vestur

Løgmanssteypið 1. umfar
HB - Skála
EB/Streymur - KÍ
ÍF - B71
Víkingur - B68
B36 - TB
MB -Undrið FF ella Giza/Hoyvík
NSÍ - FC Suðuroy
Royn ella 07 Vestur- AB


Dysturin ímóti Undrið FF verður spældur í Havn 28 mars.


Vit gleða okkum til grannauppgerðina!





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar