Tíðindaskriv viðvíkjandi vøllinum í Hoyvík

Vikuskiftið er av, gerandisdagur er aftur, men armarnir eru enn ikki komnir niður. Felagið er nú ávegis, og leiðin peikar bara ein veg; frameftir!

Nýggj stuðulsavtala við Okkara, og ein vøllur í Hoyvík verður veruleiki heilt skjótt!

Leygardagin hevði spildurnýggi handilin hjá Okkara í Hoyvík somuleiðis fína vitjan av borgarstjóranum í Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen.

Borgarstjórin helt eina røðu, og tað vóru góð og viðkomandi orð. Veruleikin er jú, sum borgarstjórin tekur til, at Giza Hoyvík flytir til Hoyvíkar, og hava vit ætlanir um at skapa eina veruliga ítróttarmentan við Karlamagnusarbreyt.

Vit í Giza Hoyvík frøðast og takka fyri álitið frá Tórshavnar Kommunu. Tað skal ljóða frá nevnd felagsins, at vit koma at arbeiða hart fyri at Hoyvíkin loksins sleppur at verða umboðað í føroyskum fótbólti; bæði hjá monnum, elita sum breidd, men so sanniliga eisini hjá kvinnum og ikki minst barna- og ungdómsfótbólt.

Hoyvíkin og tess íbúgvar hava uppiborið onki minni!

Við fótbóltskvøðu

Nevndin

Giza Hoyvík

Brot úr røðu borgarstjórans eru at síggja á fylgjandi leinkju:

http://www.torshavn.fo/Default.aspx…





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar