So rullar bólturin aftur í 3. deild!

Fleiri dystir vóru um vikuskiftið og sostatt fyrsta umfar í 3. deild. Giza Hoyvík hevur ikki færri enn 4 lið í 3. deild, sum ger okkum millum tey størstu vaksnamannafeløgum í Føroyum. Hesir vóru dystirnir:

Giza Hoyvík A - B36 3-1
NSÍ - Giza Hoyvík B 3-0
MB - Giza Hoyvík C 3-1
ÍF - Giza Hoyvík D 3-1

Mikudagin kl 18:00 skal okkara flaggskip í eldin í Løgmanssteypinum, tá ið Giza Hoyvík brestir saman við grannunum Undrið FF í Gundadali.

Kvinnurnar spæla fyrsta kappingardyst 2. páskadag á útivølli ímóti ÍF/Víkingi.

Vit øll í felagnum gleðast yvir at kappingarárið er farið í gongd aftur!

 






HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar