Ókeypis fótbóltur & spæl fyri U8 og U10

Í 2013 bjóðaði Giza/Hoyvík á fyrsta sinni fram barnafótbóltsvenjingar fyri U8 og U10 í Hoyvík. Hetta eyðnaðist væl, og tí fer felagið aftur í 2014 at hava fótbólt fyri yngru aldursbólkarnar. 

Venjingin fer fram á sparkivøllinum við Skúlan á Løgmannabreyt, meðan kappingarnar verða fyriskipaðar í Gundadali. Tað er ókeypis hjá børnum at luttaka, og yngri systkin eru eisini vælkomin.

Venjingartíðirnar eru hesar:

U8: Mánadag og hósdag kl. 17.15 til 18.15
U10: Mánadag og hósdag kl. 16.00 til 17.00

Fyrstu venjingarnar verða mánadagin 24. mars 2014. Fyrsta tíðin kann verða darva eitt sindur av vánaligum veðri, tí vilja vit heita á foreldrini um at fylgja við á http://www.ffgiza.com/ um nakrar venjingar skuldi verið avlýstar vegna veður.

Tórshavnar Kommuna hevur sett pening av til at byggja nýggjan fótbóltvøll í Hoyvík. Hesin vøllurin verður vónandi liðugur til kappingarárið 2015. Tá nýggi vøllurin í Hoyvík er liðugur, so er tað okkara vón, at felagið kann bjóða fram fótbólt í Hoyvík til allar aldursbólkar. Samstundis er vónin, at felagið við tíðini kemur at teljast millum størri feløgini í landinum og verður umboða í fremstu røð.




HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar