Nýtt búmerki

EITT FELAG - EITT BÚMERKI!

Líka síðani 2012, tá FF Giza og FC Hoyvík løgdu saman, hava búmerkini hjá báðum feløgum myndað samanlagda felagið. Fyrstu árini vóru royndarár, og tí ynsktu vit ikki gera ov nógv við at broyta búmerkið. Men tá feløgini endaliga í 2014 blivu til eitt, hava vit leitað eftir einum felags samleika.

Í fjør var samtykt, at litirnir svart og lilla framyvir skulu prýða leikbúnarnar, og í ár er so komið eitt búmerki.

Ynski var at fáa eitt einfalt búmerki, ið onkursvegna endurspeglar felagið. Valið fall á eitt skjøldur sum samtundis er eitt stórt H. Skjøldrið er eitt symbol uppá, at vit verja borg og berjast fyri at náa toppin. H’ið er umboðar sjálvsagt Hoyvík. Hetta er mest eyðsýndi parturin av búmerkinum. Lítli trýkanturin í miðjuni er ein pyramida, sum er ímyndin av teimum grundreglum, sum hetta felagið er bygt uppá. Tað grundleggjandi má vera uppá pláss, áðrenn næsta lag verður lagað.

Henning Nicodemussen hevur sniðgivið nýggja búmerkið.





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar