Nú hevur Boas skrivað undir sáttmála

Fyrsti dystur kom fyri stuttum, og nú er sáttmáli undirskrivaður. Ikki kann sigast annað enn, at tað gongur við rúkandi ferð hjá unga liðskiparanum á U18 liðnum hjá Giza Hoyvík, Boas Heinesen.

Hetta er fyrsta árið hjá Boas, sum er 18 ár, har hann veruliga satsar á fótbóltinum, og ikki kann sigast annað enn, at ungi hoyvíkingurin absolutt kann gera seg á hægri støði, um viljin er til tað. Allan Mørkøre, sum er høvuðsungdómsvenjari og somuleiðis venjari hjá U18, hevur nógv góð orð at bera honum:

“Boas er eitt miðpunkt á liðnum og fær hinar at føla seg væl. Ein upplagdur liðskipari, tí hann gongur á odda. Fysikkurin og dirvið stendur ikki aftanfyri nøkrum. Altíð væl fyri áðrenn dyst og til venjingar og ein hugburð, sum nógvir av teimum eldru og yngru í dagsins fótbólti kundu lært nakað av. Vit duga væl at síggja Boas sum fastan mann á besta liðnum hjá Giza Hoyvík um stutta tíð. “

Um U18 í sínari heild sigur Allan víðari:

"Okkara U18 er í sera stórari menning. Í byrjanini taptu vit sannførandi, meðan vit í dag tapa tepurt móti teimum bestu. Nú irða teir seg, um teir ikki fáa stig. So vunnu vit sjálvandi á unglingum hjá HB, so her eru leikarar, sum eru góðir nokk at geva teimum á besta liðnum kapping, og tað er akkurát tað, ætlanin er. Boas er eitt aktuelt og gott dømi, og tað koma fleiri enn. Tað, sum eyðkennir okkara hóp, er samanhaldið. Tað kollektiva skínur fram til dystir, og tað er ein veldigur styrki hjá okkum og heilt sikkurt nakað, sum eyðkennir hoyvíkingar og Hoyvík sum heild."

Formaðurin í felagnum, Kenneth Hovgaard, fegnast somuleiðis um ovurstóru framgongdina í ungdómsdeildini hjá Giza Hoyvík. "At vit uttan stórvegis hóvasták hava klárað at manna eitt rímiliga sterkt lið í U18 umframt tilgongd av eina rúgvu av dreingjum í U16, harav mestsum allir eru hoyvíkingar, so eri eg sannførdur um, at her eru nógv fleiri enn hetta eina gullkornið. Felagið hevur eisini sum málsetning at liva av egnum fólki, og hetta er ein fantastisk byrjan uppá hendan málsetning. Á hinari síðuni eru genturnar eisini byrjaðar at rakna við, so alt í alt kundi neyvan gingið betur, umstøðurnar í samband við vøll og felagshús tiknar við."

Vit ynskja sjálvandi Boasi Heinesen tillukku við sáttmálanum og bestu eydnu í felagnum.





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar