No12 Street Cup 2015

Mikudagin 1. apríl skipar B36 í samstarv við No12 fyri No12 Street Cup 2015 á økinum uttanfyri No12. Kappingin er fyri fylgjandi aldursbólkar:


U6 (f. 2009 ella áðrenn)

U8 (f. 2007-08)

U10 (f. 2005-06)

U12 (f. 2003-04)

U14 (f. 2001-02)

Kappingarnar verða fyriskipaðar fyri bæði gentur og dreingir. Men av tí okkara royndir eru, at fáar gentur melda seg til kappingina, so er møguleiki hjá gentunum at spæla við í einum yngri dreingja bólkið.

Á hvørjum liðið eru 5 leikrar, inkl. málverji, samstundis sum loyvt er at hava 1 skiftisleikara. Í U14 eru tó bert 4 leikarar inkl. málverja, samstundis sum loyvt er at hava 1 skiftisleikara.

Nr. 1, 2 og 3 í hvørjum aldursbólkið fáa heiðursmerkir.

Tilmelding á http://askur.fo/dforms/form336487.html seinast mánakvøldið 30. marts 2015 kl. 22.00.

Eru spurningar ella ivamál ber til at ringja á 26 36 36 ella senda ein teldupost til andrass@epost.fo Hesin teldubústaðurin er vardur móti skipanum, ið savna teldubústaðir. Tú skalt aktivera javascript fyri at síggja bústaðin. .

Kostnaðurin fyri luttøku er 300,00 kr. pr. lið, og allur peningur, ið kemur inn fer til ungdómsarbeiðið í B36.





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar