Niklas Fríði framvegis í svørtum

Miðvallarin, Niklas Fríði Jacobsen, verður eisini at síggja í svarta búnanum næsta kappingarár. Niklas Fríði kom til okkara, saman við Elias, í 2015, og hevur spakuliga ment seg til at vera ein týdningarmikil partur av hópinum.

Síðsta kappingarár spældi hann 22 dystir - 21 í landskappingini og 1 í steypakappingini.

Hann hevur tilsamans leikt 33 dystir fyri felagið, og vit gleða okkum sjálvsagt til enn fleiri.





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar