Navnframur harri partur av venjaratoyminum í 2016

Í fjør var málsetningurin ikki at gerast partur av niðurflytingarstríði men væl og virðiliga etablera seg í 1.deild. Tað eydnaðist, og samstundis varð stungið út í kortið, at vit skulu hava sum mál konstant at betra um úrslitini. 

Tí hevur felagið í ár leitað styrk, men í hesum førinum í form av venjara, sum kann koma inn í 1.deild og styrkja um venjaratoymið við Frankie Jensen á odda. 

Talan er um Símun Eliasen. Umframt at hava spælt yvir 200 dystir í bestu deildini í sínari tíð, Champions League og aðrar europeiskar dystir við HB, ÍF og KÍ, so hevur hann eisini umboðað føroyska landsliðið. 

Talan er um ein venjara, sum hevur A-prógv, og tí er tað ikki ein hissini profilur, felagið hivar inn í 1.deild. Símun hevur staðið á odda fyri besta liðnum hjá ÍF í tveimum førum, har teir í 2011 luttóku í Europa, umframt at hann hevur vunnið FM í unglingum við HB og staðið á odda fyri næstbesta liðnum hjá HB. 

"Vit vita við vissu, at hetta er ein kapasitetur, sum kemur at gera seg galdandi komandi ár við sínum mongum royndum. Eg persónliga eri errin yvir, at tað eydnast at draga ein so stóran profil inn at hjálpa Frankie, men tað sigur kanska bara eitt sindur um, tað vit hava gongd í her í Hoyvík. Hesi fólkini trúgva uppá projektið! Tað ger tað ikki verri, at hann eisini byr í Hoyvík" sigur formaðurin Kenneth Hovgaard smílandi í eini viðmerking. 

Vit vilja bjóða Símuni hjartaliga vælkomnan í felagið, og vit gleða okkum til komandi kappingarár!





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar