MIÐVINGAR KNÓGVAÐIR!

0-3 vunnu okkara fantastiska rasku menn á MB í einum dysti, har vindur darvaði sjálvum fótbóltsspælinum eitt sindur, men har okkara vóru greitt omaná allan dystin á tamb!


Tað var týðuligt frá fyrsta bríksli, at tað var umráðandi hjá okkara monnum at seta seg á dystin. Fysiskt meira enn nakað. Tað gjørdu vit eisini. Verjan var tøtt, og vit vóru grammari eftir hvørjum einasta bólti. Okkara høvdu fingið greið boð, at har skuldi hvør einasti bóltur vinnast, og vit vunnu okkum yvirvág beinanvegin.

Málmøguleikar vóru kanska heldur fáir í fyrra hálvleiki, men teir sum vóru, teir áttu vit. Johan Restorff fekk fyrsta fríleyparan, og tað var tætt við, tá skotið hjá honum fóro beint við síðunar av málinum. Keita var meira enn mannsvardur, og tað tóktiskt heldur undarligt, at hann mest sum ongantíð fekk nakað fríspark. Tað var greitt, at MB'arnir høvdu eyðmerkt hann sum hin vandamiklasta, og tí var eisini opið miðskeiðis í fyrra hálvleiki hjá Áka Dam Egholm, sum einsamallur við málverjanum setti bóltin beint við síðunar av. Jú vit vóru farligari!

Men fyrri hálvleikur fekk ein heldur dramatiskan enda. Bogi fekk sær eitt heldur býtt gult kort, men tað var greitt at síggja, at miðvingar hereftir sóu ein møguleika í at fáa Boga útvístan. Sostatt fekk hann fleiri ferðir spark og ógvusligar takklingar móti sær, eina og aleina fyri at fáa hann at reagera og fáa seinna gula kort. Stórt rós skal her fara til Boga, sum bara tóktiskt betri við tunga kortinum á sær.

1-2 minuttir áðrenn hálvleikurin endaði, so fer nokk keðiligasti hendingin í dystinum fram. Jónar Borg Dahl vinnur bóltin í veldigari takkling, men hann lá eftir, tí mótstandarin væl og viriliga plantaði doppar í knæhædd á Jónari. Ljóta takklingin hevði við sær, at Jónar noyddist av vøllinum á børu og síðani á skaðastovu (Ljóðar, at Jónar skal undir skurð, og vit ynskja honum sjálvsagt góðan betring.) Einasta rætta var reytt kort, tí hóast gerðin møguliga ikki var tilætlað, so var hon so mikið vandamikil. Miðvingurin endaði við at fáa eitt gult kort, og tað var ikki sørt skelkandi, at dómarin, eftir alla ta tíð hann hevði at taka avgerð, valdi linaru revsingina.

Bárður bleiv av tí sama tveittur inn í eldin, og hann hevði næstan ikki traðkað á vøllin, so bríkslaði dómarin til hálvleik. Samanumtikið vóru vit greitt omaná, bæði í fysikki men ikki minst mentalt!


Seinni hálvleikur var ikki settur í gongd, tá vit aftur noyddust at brúka eina útskifting. Guttormur hevði trupulleikar við rygginum, og hann fekk ikki hildið fram. Yohan bleiv settur inn á sentrala miðvøllin, og tað gav okkum enn meira fysikk og musklar.

Aftaná 7 minuttir í seinna hálvleiki hava vit innkast í høgru síðu, langt inni á hálvuni hjá MB. Magnar kastar eitt av sínum sermerktu langu innkastum, og tað fer heilt inn til 5-meturin, har Leivur Holm Joensen er hægstur og skallar til 1-0- og so dyggiliga uppiborið.

MB leggur meira fyri, men tað eydnast ongantíð uttan eina ferð at vera serliga vandamiklir. Solomon Kwao hjá MB var nokk einasti MB-leikari, sum gjørdi um seg, og hann hevði ein góðan kjans beint eftir okkara mál. Tað var tó aftur vit sum skoraðu. Bogi leggur eina avlevering time'að til perfektión, og Johan Restorff er leysur enn einaferð. Ein ímóti einum er hann tryggur og eirindaleysur. 2-0!

Eftir hetta er dominansin total! Vit spæla bóltin runt, og MB'arnir liggja meira og takkla enn spæla fótbólt. Takklingar á Boga vóru nú fleiri og úrslitaðu í minst 2 gulum.

Um 90 minuttir endar dysturin definitivt. Keita, sum arbeiddi hart allan dystin, bleiv endiliga løntur fyri stríðið. Hann fær ein bólt at renna eftir, og hann ger ikki mætari enn at trumla framvið 3 MB'arum fyri síðani at sneiða rundan um málmannin. 3-0 og eitt flott mál!

Nú bragdaði endiliga í Miðvági, og tá seinasta bríkslið í dystinum ljóðaði, vóru tað fegnir menn í svørtum og lillaðum. Vit vístu tann stríðsviljan, sum SKAL til, og vit vístu, at vit bæði klára at halda høvdið kalt í verjuspæli men so sanniliga eisini í álopspartinum. Tað er nyttuleyst at nevna nakran leikara framum annan, tí hvør einasti maður vísti fantastiskan hugburð, liðanda og vilja.

3-0 í Miðvági, og vit eru væl tað felagið, øll hini í steypakappingini ynskja at møta, men vit taka somuleiðis av avbjóðingini!

Liðið í dag:

Atli Undir Kletti, Magnar K. Vang, Jónar Borg Dahl út 38min (Bárður Klein Mittelstein), Leivur Holm Joensen, Jón Samuelsen (Liðskipari), Rani Debes Christiansen, Guttormur Patursson út 46min (Yohan Andres Borðoy), Bogi Hermansen, Áki Dam Egholm út 83 min ( Tróndur Arge), Johan Restorff, Ahmed Keita. Á beinkinum Beinur Davidsen og Jógvan Breckmann.





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar