Lutakast

Onkurs vegna hevði Faroesoccer fingið tí fatan, at lutakast til steypakappingarner skuldi vera í kvøld. Men tað var einki lutakast í kvøld. 

FSF hevur greitt okkum í GIZA frá, at lutakast verður møguliga komandi viku í 3-2. Fyri fyrstu ferð nakrantíð er Fótbóltsfelagið GIZA við í pottinum hjá bæði monnum og kvinnum. 

Vit hava fingið upplýst at undanumfarið hjá kvinnum verður 21. apríl, og undanumfarið í Løgmanssteypinum verður 26. mars. Hjá kvinnum er vanliga eitt undanumfar millum liðini í 2. deild, áðrenn 1. deildarliðini koma inn í 1. umfarið. 

Í Løgmanssteypinum er undanumfarið vanliga millum liðini úr 2. og 3. deild, og so verða tvey tilvildarlig lið úr 1. deild eisini við í undanumfarinum (tó ikki niðurflytarnar úr Vodafonedeilduni). Liðini úr 2. deild og 3. deild eru Fótbóltsfelagið GIZA, Undrið FF, Miðvágs Bóltfelag og Royn. 

Møguligu 1. deildarliðini eru Skála, FC Hoyvík og Tvøroyra Bóltfelag (Argja Bótlfelag og FC Suðuroy eru niðurflytarir úr Vodafonedeilduni, og eru vantandi ikki við). Tó hava vit fingið boð frá FSF um, at fyrsta umfarið í 2. deild kvinnur verður 10. april ímóti FC Suðuroy.





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar