Leivur kemur heim!

Tað hevur leingi ljóðað, at Leivur Holm Joensen aftur fór at síggjast í Giza Hoyvík búnanum komandi kappingarár. Leivur skifti í kappingarárinum 2012 til AB, har hann var við at spæla teir upp í Effodeildina. Síðani hevur hann verið partur av manningini tey bæði næstu árini, har liðið hevur megnað at bitið seg fast í bestu føroysku deildina.

 

Men nú kemur okkara gamli liðskipari heim. Leivur er enn í bestu árum (26 ár), og at hann kemur til okkara er fantastiskt. Leivur hevur síðani skiftið til AB leikt 27 dystir í bestu deildini umframt 30 dystir í 1.deild og gjørdist í 2012 ársins leikari í AB, tá liðið vann 1. deild og flutti upp í bestu deildina.


At Leivur flytur í 2.deild skal ikki síggjast sum manglandi ambitiónir,tí hann er ivrigur í at hjálpa felagnum at náa enn hægri upp.

“ Eg var við at hjálpa Giza at flyta upp í 2.deild, og nú ætli eg mær at endurtaka bragdið; hesuferð upp í 1.deild. Tað er sum at koma heim, og eg gleði meg at vera partur av felagnum framyvir. Eg havi hoyrt, at hópurin mest sum verður tann sami sum í fjør, og tá gjørdust teir akkurát ov stuttir. Nú skal tað vera! “

 

Ein orsøk til at Leivur vendur aftur, eru tær umstøður sum liggja fyri framman hjá GizaHoyvík.” Eg havi hoyrt at vøllurin er á gáttini! Vøllurin í Hoyvík kemur at hava ótrúliga nógv at siga fyri felagið, og tað verður stuttligt at vera partur av HoyvíksliðnumHoyvíkin er kanska fólkaríkasta økið, sum ikki hevur nakran vøll, so tað er heilt sikkurt uppá tíðina.”

 

Hjálparvenjarin, Kenneth H. Djurhuus, er sera fegin um avgerðina hjá Leivi at venda heim. “ Einum leikara sum Leivur hava øll feløg tørv á. Hann er ein persónur, sum altíð spælir við hjartanum uttaná troyggjuni, og hann gevur seg 100% fyri seg sjálvan men ikki minst fyri viðleikarnar. Hetta er jú eisini eitt signal um, at tað er gott at vera hjá okkum. Vit eru kanska størsta felagið í landinum í vasknamannafótbólti, og tað kemur ikki av ongum. 

 

Vit í Giza Hoyvík eru errin av at bjóða Leivi Holm Joensen vælafturkomnum!





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar