Leikskrá fyri 2. deild kvinnur

FSF hevur í dag sent leikskránna fyri 2. deild út á netið. Liðini, sum vera í 2. deild eru Fótbóltsfelagið GIZA, EB/Streymur, Miðvágs Bóltsfelag, FC Suðuroy, NSÍ/B68 og ÍF. EB/Streymur og MB eru niðurflytarir úr 1. deild, meðan FC Suðuroy er nýtt felag í 2. deild. 

Fyrsti dysturin hjá okkum verður 10. apríl ímóti FC Suðuroy. Liðini spæla tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum, og kappingin endar 2. oktober á úti vølli ímóti EB/Streym. 

Venjingartíðirnar hjá kvinnuliðnum eru mánadag kl. 19.00 (Eysturvøllin), mikudag kl. 20.30 (Eysturvøllin) og hósdag kl. 21.00 (Argir). 

Øll dystarskráin sæst her.




HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar