Kunning

Fyrr í vikuni frættist um at ein eldri maður var meldaður til løgregluna, eftir at hava gjørt seg kynsliga inná ein ungdómsspælara í HB.

Grannar okkara í HB og B36 hava meldað út, at viðkomandi persónur ikki er vælkomin í teirra umhvørvið. Hetta er nakað vit taka undir við. Vit vita hvør maðurin er, og allir okkara venjarar og álitispersónar eru kunnaðir um okkara støðu.

Felagið arbeiður í løtuni við at orða ein politikk á hesum økið, har vit skulu finna eina ítøkiliga loysn, soleiðis at vit kunnu verja okkara børn ímóti slíkum.

Slíkur ágangur skal aldrin góðtakast, og tað er okkara skylda sum ítróttarfelag, at børnini framhaldandi skulu kunna ferðast trygt í Gundadali.

Spurningar hesum viðvíkjandi kunnu stílast til nevndina. Antin sum teldupostur á giza@email.fo, ella umvegis boðklivan á okkara Facebook vanga.


Vinarliga
Nevndin





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar