Kappingarárið skotið í gongd

Í vikuskiftinum byrjaði kappingarárið 2014 í 3. deild hjá monnum og 2. deild hjá kvinnum. Giza/Hoyvík er sera væl umboða í hesum báðum deildum, har felagið hevur fimm lið í 3. deild og trý lið í 2. deild hjá kvinnum. Einki annað felag í Føroyum er so væl umboða í vaksnamannadeildini.

Sum heild fingið liðini í Giza/Hoyvík eina góða byrjan uppá kappingarárið, har fýra av teimum fimm 3. deildarliðnum fingið 3 stig, einasta liðið sum tapti var Giza/Hoyvík, men hetta var í einum innanhýsis dysti imóti Giza/Hoyvík B.

Hjá kvinnunum koma Giza/Hoyvík C væl frá byrjan, tá tær heima vunnu 4-1 á KÍ. Hini bæði liðini tapti tó teirra dystir.

Úrslitini um vikuskiftið:

2. deild kvinnur:
FC Suðuroy - Giza/Hoyvík A 4-1
ÍF/Víkingur - Giza/Hoyvík B 3-1
Giza/Hoyvík C - KÍ 4-1

3. deild menn:
Víkingur - Giza/Hoyvík A 2-4 
Giza/Hoyvík B - Giza/Hoyvík E 4-0 
Giza/Hoyvík C - B68 5-3
Giza/Hoyvík D - AB 3-2





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar