Í tryggum hondum!

Málverji okkara tað seinasta 1½ árið, Petur Meinhard Magnussen, hevur skrivað sáttmála fyri komandi kappingarár.

26 ára gamli Petur Meinhard kom frá B68, miðskeiðis í 2015, og etableraði seg beinanvegin sum fyrstaval millum stengurnar. Hann var ein av avge

Hóast áhugi var fyri honum aðrastaðni, var hann ongantíð í iva um at halda fram hjá okkum. ”At vera við til at flyta Giza Hoyvík enn hægri upp á tindarnar, er nakað sum eg gjarna vil vera til. Samanhaldi er gott, og eg trívist væl undir Frankie. So tað føldist heilt natúrligt at halda fram”, sigur Petur Meinhard at enda.

Umframt 33 dystir fyri Giza Hoyvík, hevur Petur Meinhard umboða NSÍ, B68 og 07 Vestur. Eisini hevur hann spælt 4 U-landsdystir fyri Føroyar- ein á U17 og tríggjar á U19.

Vit fegnast um at Petur Meinhard heldur fram, og at greiða er fingin á einum so týdningarmiklum plássi sum málmansplássinum.





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar