Hug at verða venjari í Giza Hoyvík?

Vit hava brúk fyri venjarum, sum skulu mynda fótbóltin og menningina í felagnum. Felagið er í stórari framgongd viðvíkjandi menning innan fótbóltin í Føroyum. Vit eru størsta vaksnamannafelagið í landinum og eisini bjóða vit barna- og ungdómsvenjing í Hoyvík.


Vit bjóða...

  • Eitt læruríkt og hugnaligt umhvørvið

  • Vegleiðing og hjálp frá høvuðsungdómsvenjarinum

  • Venjaraskeið frá FSF og eisini innanhýsis frá felagnum

  • Gott samarbeiði millum venjarar í felagnum

  • Samstarv við foreldur, skúlar og onnur feløg í landinum


Vit vanta...

  • At tú dugur at taka ábyrgd

  • At tú strembar eftir at menna teg sjálvan sum venjari

  • At tú kemur við jaligum hugburði

  • At tú dugur at samstarva

  • At tú tímir at skapa eitt gott og stuttligt umhvørvi fyri børn og foreldur


Um tú hevur hug at bjóða teg fram sum venjari og verða virkin í felagnum, kanst tú geva boð til mín á jogvan86@gmail.com.

Vinarliga viðmerk navn, adressa, føðingardagur, tlf. nr., e-mail + venjaraskeið og royndir innan fótbólt.


Við fótbóltskvøðu


Jógvan Sólheim Heinesen

Høvuðsungdómsvenjari, Giza Hoyvík  

 





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar