Giza Hoyvík við stórsigri ímóti B36

Liðið í dag: Atli undir Kletti, Bárður K. Mittelstein (Inn í 60 min. Guttormur Patursson, Magnar K. Vang, Leivur H. Joensen, Jón Samuelsen, Rani D. Christiansen, Beinur Davidsen, Bogi Hermansen, Johan Restorff, Áki D. Egholm (Inn í 86 min. Frankie Jensen), Tróndur Arge (Inn í 63 min. Jógvan Breckmann)

4-0 endaði dagsins dystur, og tað var ikki eitt mál ov lítið.

Samanumtikið, so var talan um ein heldur illa spældan dyst. Nógvar skeivar avleveringar frá báðum partum, og heldur ofta blivu bóltarnir sendir frá einari hálvu inn á hina.

Tað bylgjar aftur og fram fyrstu 20 minuttirnar, men tað eru okkara aldur, sum eru stórst. Trýst verður serliga lagt á vinstru síðu hjá B36, og nakrar farligar støður standast.

23 minuttir farnir hava vit innkast í høgru síðu, langt inni á hálvu hjá B36. Magnar sum vant við bóltinum fær eitt langt innkast inn. Leivur er fyrstur til bóltin, men bólturin fer framvið og dettur fyri pannuna á Trónd Arge; Sama uppskrift sum fyrsta málið móti MB.

31. minuttir farnir og vit hava aftur ein deyðbólt. Bólturin kemur innfyri og endar á aftastu stong har ein leysur Áki Dam Egholm smekkar hann í kassan. 2-0!

37. minuttir farnir og aftur ein deyðbóltur. Aftur Tróndur Arge og nú stendur 3-0 og hálvleikur!

Seinni hálvleikur er ikki meira enn byrjaður, tá ein deyðbóltur endar í feltinum hjá B36, har dómarin sær seg noyddan at floyta fyri brotssparki. Enn er ikki rættiliga greitt fyri okkum hvat hendi, men útfrá reaktiónini hjá teimum hvítklæddu, so hevur avgerðin nokk verið røtt. 4-0 og aftur Tróndur Arge, og hervið fekk hann hattrikk.

16 minuttir inn í seinna hálvleiki noyðist Tróndur tó av vøllinum. Ikki tí hann var skaddur, men tá eftirnavnið er Arge, so er man eftirspurdur frásøgumaður, og í dag vóru boð eftir honum í Vestmanna, har VÍF við neyð og deyð bastu hoyvíkingar og gjørdust føroyameistarar. Tillukku til VÍF við gullinum og H71 við silvrinum! Nú gleða vit okkum til at Hans Kári kemur aftur til okkara, umframt at tað somuleiðis verður spennandi at bjóða Halluri Biskupstøð vælkomnan aftur í felagið.

Aftur til dystin!

4-0 og gott 40 minuttir eftir at spæla.

Í tráð við at tað gerst nemmari at spæla verjuna hjá B36 sundur, so blíva okkara kanska heldur grammir og sleppa verjupartin eina løtu. Tó fær Atli vart málið til UG, tá B36 gerast vandamiklir.

Okkara megna at fáa bóltin í B36 málið 3 ferðir aftrat, men allar 3 ferðirnar er rangstøða.

Samanumtikið kunnu vit fegnast um 3 stig, ávísar glottar í spælinum og at endiliga verða komnir í gongd!

Vit eru á rættari kós, og komandi viku skulu vit royna eydnuna í Gøtu ella Leirvík, har felagsliðið Víkingur bíðar eftir okkum.

Koyr á GIZA HOYVÍK!





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar