Giza Hoyvík spæla ímóti HB í Løgmanssteypinum

22. apríl spæla Giza Hoyvík fjórðingsfinaluna ímóti silvurvinnarinum frá í fjør, Havnar Bóltfelag.

Við at hava vunnið bæði á Undrið FF og MB í Løgmanssteypinum, stendur traditiónsfelagið HB fyri framman. Hetter er yvaleyst ein tann størsti dysturin í felagsins søgu.

Vit hava sæð tað fyrr, teir smærru kunnu arga teir stóru fiskarnar og hvør veit hvat kann henda.  Vit gleða okkum ótrúliga nógv til hendan stóra dystin og hava brúk fyri øllum stuðli frá fjepparum.

Nærri boð verða lagd út á heimasíðuna, nær dysturin skal spælast.

Programmi fyri fjórðingsfinalurnar síggja soleiðis út:

NSÍ - AB
B36 - EB/Streymur
ÍF - Víkingur
Giza Hoyvík - HB

KOYR Á GIZA HOYVÍK! 








HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar