Skitsa av komandi vøllinum í Hoyvík

Giza Hoyvík á veg fram

Grein úr leikskránni, 23. apríl 2016

Skrivað hevur Tróndur Arge

Giza Hoyvík anno 2016 er tað størsta, sum felagið nakrantíð hevur verið. Felagið stendur frammanfyri eina spennandi tíð, har vøkstur, samleiki og stuðul verður avgerandi fyri, hvussu stórt felagið kann blíva.

Giza Hoyvík er tað felagið í landinum, sum hevur størst møguleikar at flyta seg komandi árini. Nýggjur vøllur er í gerð í Hoyvík, besta liðið stendur seg væl í næstbestu deildini, meðan ungdómsfótbólturin blómar, nú felagið hevur lið í flestu ungdómsdeildunum.

Í nógvar mátar sær út til, at 2016 verður eitt gjøgnumbrotsár fyri Giza Hoyvík. Árið har Giza Hoyvík skal takast í álvara millum tey stóru.

Stórt fet rætta vegin
Hóast gjøgnumbrotið kemur í ár, so er tað fleiri árs arbeiði, sum liggur aftanfyri, at felagið nú kann bjóða 1.deildarfótbólt, ungdómsfótbólt og ein nýggjan vøll. Serliga nýggi vøllurin og økta ungdómsarbeiðið í felagum ger, at framtíðin sær ljós út fyri Giza Hoyvík.

Tað hevur eisini givið felagnum positiva umtalu, at besta liðið í fjør endiliga megnaði at vinna seg upp í 1.deild, eftir at felagið trý ár upp í slag endaði á triðja plássi í 2. deild.

Nýggi vøllurin alt at siga
Tað hevur ótrúliga stóran týdning fyri Giza Hoyvík, at felagið fær nýggjan vøll í Hoyvík. Hetta gevur felagnum eitt stað, har felagið hoyrir heima. Tá verður lættari hjá hoyvíkingum at kenna seg aftur í felagnum.

Heimavøllurin hevur verið niðari vøllur í Gundadali. Vøllurin hevur tænt fyri seg, men tað eru tvey onnur stór feløg í Gundadali, sum eisini skulu spæla og venja har. Tó hevur vøllurin ikki eitt tekkið, sum sigur at hetta er okkara heimavøllur fyri Giza Hoyvík.

Tí er tað av stórum týdningi fyri menningarmøguleikarnar, at Giza Hoyvík nú fær ein vøll, sum felagið kann kalla fyri sín heimavøll.

Ungdómsarbeiðið blómar
Giza Hoyvík hevur í eina tíð havt ungdómsarbeiði, men fyri tað mesta hevur talan verið um tey heilt ungu, sum millum annað eisini hava luttikið í futsal kappingunum. Í ár bleiv so árið, har liðið fekk bæði U16 og U18 lið.

Tað er risa framstig fyri eitt felag sum Giza Hoyvík. Afturat tí, so er talan eisini um royndar venjarar, ið hava verið venjarar í bestu deildini í føroyskum fótbólti. Bæði Allan Mørkøre, sum hevur verið venjari hjá AB og B36 í bestu deildini, og Eliesar Olsen, ið hevur verið venjari hjá EB/Streymi og Skála í bestu deildini, eru millum ungdómsvenjararnar. Tað boðar frá einum felagið, sum hevur eina framtíðarætlan.

Flaggskipið í undanvindi
Fyri eitt hvørt felag hevur tað týdning, at flaggskipið, sum er fremsta liðið hjá felagnum, stendur seg væl. Soleiðis er nú hjá Giza Hoyvík. Besta liðið hjá monnum er fyri fyrstu ferð nakrantíð í 1.deild, sum er næstbesta deildin í føroyskum fótbólti.

Sum uppflytari er ilt at meta um, hvørja styrki liðið hevur, men longu nú síggjast tekin um, at Giza Hoyvík kemur at klára seg væl millum hini í 1.deild. Hóast tapini móti NSÍ og EB/Streymi smakkaðu illa eftir tveir sigrar á HB og Víkingi, so prógvaði 3-2 sigur á FC Suðuroy, at dugur og vilji býr í liðnum.

Til dystin í 5. umfari móti FC Suðuroy á niðara vølli í Gundadali var eisini sjón fyri søgn, at felagið hevur viðhaldsfólk. Hóast liðið var aftanfyri 2-0 í hálvleikinum, so hoyrdust rópini kring vøllin, og gleðin var bæði til at síggja og hoyra, tá Ahmed Keita skoraði sigursmálið seint í seinna hálvleiki.

Besta liðið er í góðum hondum undan flytingini til Hoyvíkar. Nú verður bíða eftir, at Giza Hoyvik fer at fáa sínar fyrstu spælarar, sum av røttum kunnu siga, at teir hava fingið sína fótbóltsuppaling í felagnum.

Samleikin er avbjóðingini
Stóra avbjóðingin hjá Giza Hoyvík verður at finna ein samleika, sum Hoyvíkingar eisini kenna seg aftur í.

Um aldarskiftið fekk Argja Bóltfelag graslíkisvøll og fór undir at menna felagið. Í dag eru argjamenn gerandisgestir í Effo-deildini og kenna argjafólk seg sum AB arar. Soleiðis var ikki um aldarskiftið.

Spurningurin er ikki, um Giza Hoyvík klárar at fylgja teimum á ovastu rók, men heldur hvussu skjótt. Eitt annað fordømi er sjálvandi H71, sum í dag er besta hondbóltsfelagið í landinum.

Giza Hoyvík er á veg!





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar