Boas Heinesen
Mynd: faroesocccer.com

Fyrstu ferð í 1. deild

Leygardagin móti Víkingi kundu vit enn einaferð skriva eitt nýtt kapittul í søgu felagsins. Boas Heinesen, sum er liðskipari á U18 liðnum hjá okkum, kom inn til sín fyrsta skrásetta vaksnamannadyst fyri Giza Hoyvík. 

Boas er hoyvíkingur, og hóast hondbólturin hevur fylt nógv, so tók tað ikki langa tíð hjá Boasi at venja seg við fótbóltinum. Boas gjørdist liðskipari beinanvegin, tí hann gongur á odda og er ikki bangin fyri at tveita seg í eina takkling! 

At Giza Hoyvík nú hevur sett hol á nýggjan kapittul merkir sjálvsagt, at kapittulin skal skrivast liðugur. Nú eru fleiri sum banka uppá, og spennandi verður at fylgja við, um fleiri unglingar fáa fyrsta dystin á besta liðnum. 

Framtíðin er bjørt í Hoyvík!




HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar