Fótbóltskapping fyri U8, U10 og U12

Ert tú í aldrinum 8 til 12 ár og dyrkar tú fótbólt og spennandi fótbóltskappingar?


So hevur tú nú møguleikan at luttaka í eini spennandi og øðrvísi innandurakapping á Torginum í SMS 28. og 29. mars. Trý tey bestu liðini í hvørjum bólki fáa heiðursmerki.


Liðini:
U8:

Hjá U8 eru 4 leikarar á vøllinum í senn + ein útskiftari á bonkinum.

U10 og U12:
Hjá U10 og U12 eru 3 leikarar á vøllinum í senn + ein útskiftari á bonkinum

Liðini kunnu vera blandað gentur og dreingir 

Skrá:
U12 kappast fríggjadagin 28. mars frá kl. 14.00
U8 og U10 kappast leygardagin 29. mars kl. 09:00

Tilmelding:
Tað er avmarkað luttøka, so tað ræður um at skunda tykkum at manna lið og melda til. Send ein teldupost til fotbolt(kurla)sms.fo og viðmerk navn á liðinum og hvørjum bólki liðið kappast í.

Kostnaður:
200 kr fyri hvørt lið. Skal gjaldast á Torginum áðrenn kappingin byrjar. Og allir peningurin fer til U12 hjá HB.





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar