EB/Streymur næst

Eftir ein langan vetrarsteðg, so var leygardagin aftur fótbóltur á skránni á Niðara vølli, tá okkara menn tóku ímóti B71 í kappingini um Løgmanssteypið.

Okkara hópur er nakað broyttur síðani í fjør. Sjey nyggir leikarar vóru við í hópinum, hesir eru Jógvan Breckmann (Undrið FF), Guttormur Patursson (Undrið FF), Bogi Hermansen (B36), Jónberg á Myrini (B36), Poul Thomas Dam (HB), Magnar Vang (TB) og Bogi á Borg (AB). Aftrat hesum var hetta eisini fyrst dysturin hjá nyggja høvuðsvenjara okkara: Frankie Jensen.

Veðrið leygardagin var ikki av tí besta, nógvur vindur var á vøllinum, og tí var lítið av fótbóltsspælið. Okkara menn høvdu mótvind í fyrra hálvleikið, og tí høvdu vit torført við at fáa spælt bóltin fram eftir, og B71 hevði eisini teir størstu møguleikarnar fyrst í dystinum.

Men nakað inni í fyrra hálvleikið fær Hans Kári Hansen ein góðan bólt í høgru síðu, hann kemur til baklinjuna, og sendur bóltin inn í feltið, har Bogi á Borg setir bóltin í netið, 1-0 til Giza/Hoyvík. Stutt eftir hetta hevur Áki Dam tveir stórar møguleikar at leggja okkum á odda við 2-0, men Terji Rasmussen bjargar í B71 málinum.

Í seinna hálvleika høvdu vit vindin við okkum, og var tað nú vit í sótu á spælinum. Vit høvdu tó torført við at fáa nakað burtur úr yvirtakinum. Vit fáa tó fleiri hornaspørk og fríspark, og eftir eitt av hesum, so fær B71 sparka bóltin úr feltinum, men beint til Boga Hermansen, ið smakkar bóltin í málið. 

B71 royna at fáa minka um munin, men gerast sjálvdan ordliga vandamiklir. Dysturin enn við einum 2-0 sigri til okkara menn, og í næsta umfarið av Løgmanssteypinum kemur EB/Stremur á vitjan.

Giza/Hoyvík - B71 2-0 (1-0)




HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar