Dystir um vikuskiftið

Tríggir venjingardystir vera á skránni í vikuskiftinum. Fríggjakvøldið kl. 20.00 vitjar Undrið B á Argjum, teir spæla ímóti GIZA C. 

Leygardagin kl. 16.00 er Undrið B aftur á vitjan, tá er tað ímóti GIZA B. GIZA B og Undrið B spældu venjingardyst síðsta hósdag, tá vann GIZA B 4-2. Á Undrið B liðnum verður møguliga fyrrverandi GIZA C leikarin Jóhannes Rasmussen, ið hevur valgt at skifta til Undrið FF, spennandi verður at síggja, hvussu hann fer at klára seg ímóti fyrrverandi liðfeløgunum á GIZA C og B. 

Leygardagin kl. 18.00 spældur GIZA A ímóti unglingaliðnum hjá KÍ. Hetta er fjórði dysturin hjá GIZA A í ár, hóast vit ikki hava vunnið allar, so hevur spælið verið gott í flestu dystinum. 

Fríggjakvøldið kl. 20.00: FF Giza C - Undrið B Leygardagin kl. 16.00: FF Giza B - Undrið B Leygardagin kl. 18.00: FF Giza A - KÍ unglingar





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar