Dystarfrásøgn Undrið FF - Giza Hoyvík 0-5!

Veðrið var onki serligt, og dysturin var onki serligur. Nógvur vindur, regn, vátakavi og ein bussur í hinum endanum.

Nei, tað verða ikki tær stóru glosurnar herfrá, men tað var eitt langt álop á máliđ hjá Undrinum. 0-3 í hálvleikinum við málum frá Leivuri Holm Joensen, Áka Dam Egholm og Guttormi Patursson. Seinni hálvleikur var undanvindur, og við einum bussi frammanfyri gjørdust menn ótolnir, og tað var sum at síggja eina AK-47 automatiska senda síni høgl móti málinum.

2 mál komu aftrat. Bárður Mittelstein og Keita áttu hesi bæði, og tá alt kom til alt, so var úrslitið alt ov lítið men toluligt.

Ein dystur í góðum anda, sum kanska er heldur óvanligt millum hesi bæði lið, men sum ber brá um at gjógvin millum feløgini bæði er størri enn gott er fyri neistan.

Líkamikið, vit ynskja Undrið FF góða eydnu í 3.deild, vónandi koma teir uppaftur í 2.deild.

Hjá okkum er so ein dystur mánadagin móti MB úr 1.deild! Dysturin verður í Miðvági, og uttan at vit eru 100% vís í tí, so verður hann nokk kl 14. Vit hava sanniliga brúk fyri allan tann stuðulin, sum er tøkur!

Koyr á Giza Hoyvík!





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar