Dystarfrásøgn: Giza Hoyvík - MB 2-1

Kvinnurnar spældu eisini í hesum váta og kalda veðrinum, men hóast veðrið, bleiv tað ein góður dagur allíkavæl!

Her var lagt upp til eitt ordiligt brak ímillum Giza Hoyvík og MB í Gundadali. Aftaná 5-3 ósigurin í Miðvági fyri góðum 2 mánaðum síðani, so vóru okkara kvinnur svangar. 

Fyrsti hálvleikur var hart spældur og nógvir bóltar skuldu vinnast á miðjuni. Bæði liðini arbeiddu hart fyri bóltin, men tó var einki mál og heldur ikki teir stóru kjansir, tá ið farið var út til hálvleik.

Seinni hálvleikur var spældur góðar 20 min, tá ið ein deyðbóltur bleiv sendur inn í felti og hánd var á bóltinum hjá einum MB leikara. Stephan Patursson, dómari bríkslaði fyri straffi til okkara damur. Beinta bleiv sett til at skjóta og hon sendi bóltin trygt inn í netið, 1-0.

10 min aftaná bleiv dømt fríspark til Giza Hoyvík inni á MB hálvuni. Eyðvør sendi bóltin inn í felti og har stóð Beinta aftur á plettinum og skeyt sítt næsta mál. MB'arni góvu ikki lætt upp og tær fingu eisini minka um munin beint áðrenn dystarlok.

Hópurin til dystin var hesin:
Maria Danielsen (málverji), Annemie Magnussen, Matilda B. Hansson, Eydna Andreasen, Guðrun Gullfoss, Silja Eyðfinnsdóttir (c), Bjørk Eyðfinnsdóttir, Beinta Bisp, Eyðvør á Dunga, Eir Martinsdóttir.

Dagsins leikari: Beinta Bisp

Næsti dystur verður eftir ætlan 29 mars ímóti ÍF/Víking og sostatt fyrsti kappingardystur. 





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar