Dystarfrásøgn: Giza Hoyvík - EB/Streymur 6-3

Í dag leiktu okkara møguliga seinasta venjingardyst áðrenn alt veruliga fer av bakkastokkinum.

Aftaná flotta veðrið ígjár, vóru menn eitthvørt skuffaðir, tá regnið sílaði og kaldi vindurin fór eftir Gundadal. Undirritaði metti kuldan at liggja um 1-2 gradir í vindinum.

Tó so, so var ein dystur fyri framman. Ein fyrri hálvleikur, har øgiliga lítið var at skriva um, í mótsetning til seinna hálvleik, har mál rullaðu inn. Hálvleiksstøðan var 1-0 til sundalagsmenn, og tað var kanska ok, uttan at EB/Str. høvdu so stóran yvirvág.

Í seinna hálvleiki kom beinanvegin ferð á! Menn løgdu meira fyri, og tað eydnaðist eisini at javna. Og so komu málini eisini buldrandi. 1-1 bleiv til 1-2, síðani 2-2, síðani 3-2, 4-2, 4-3, 5-3 og til seinast 6-3.

Nógv góð men eisini fleiri minni góð. Tað skal vísa seg, um avgerð venjarans, Frankie Jensen, um at taka dystin uppá, var eitt gott hugskot.

Málini skutu Áki, Jógvan, Keita, Dávid og tvey sjálvmál. Júst nær undanumfarið í steypakappingini móti Undrinum verður leiktur er enn eitt sindur óvist. Men vit vera teir fyrstu at kunngera, so haldið vakið eyga við síðuni!

Góðan leygardag og eftirfylgjandi mildan sunnudag!





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar