Dystarfrásøgn: Giza Hoyvík - EB/Streymur 4-1

Vikuskiftið er av, og høvundurin, undirritaði, kann endiliga gera status yvir dystin leygarkvøldið.

Vit spældu sum tykkum kunnugt móti teim næstbestu úr sundalagnum, og vit vunnu sannførandi 4-1, tá alt kom til alt.

Fyrsti hálvi tímin var øgiliga rótutur frá báðum partum, hóast vit allatíðina høvdu yvirvág. Vit vunnu mest sum allar nædystir, men vit dugdu ikki nóg væl at skapa møguleikarnar.

Tá tað bragdaði, tá loysti tað eisini veruliga upp fyri spælinum. Dávid velur at smekka til, tá bólturin springur útum 16-meturin. Bólturin situr í handara horn, og nú byrjar at líkjast. Beint fyri hálvleik setur Hr. Arge tærnar á ein bólt, sum sannlíkt hevði endað við síðunar av málinum. 2-0 til okkara!

Í steðginum fremja vit fleiri útskiftingar, og spælið koyrir í roynd og veru nógv betur nú. Flótandi og skjótt álopsspæl, har vit við eitt sindur meira neyvleika kundu lagt okkum á odda bæði 3 og 4-0. Tó er tað teir svørtu og bláu sum hála seg aftur í dystin.

Í eina løtu er ein lítil fjáltur, men vit ressast við og eftir gott spæl í høgru endar tað við, at Keita akrobatiskt leggur seg á síðuna og flúktar bóltin í málið. Eitt ótrúliga flott mál frá byrjan til enda. Allan fær skotið til 4-1, og tá man tekur samanum dystin, avspeglar úrslitið eisini leikgongdina.

Liðið leygardagin var mannað av fylgjandi monnum:
Christian Eli Zachariasen, Bárður K. Mittelstein, Leivur H. Joensen, Høgni Mohr, Jón Samuelsen, Bogi Hermansen, Rani D. Christiansen, Áki D. Egholm, Johan Restorff, Dávid R. Nolsøe, Tróndur Arge. Inn í hálvleikinum komu: Ingvard Vang, Leivur Simonsen, Allan Enghamar, Poul Thomas Dam, Guttormur Patursson, Ahmed Keita.

Nú er minni enn tvær vikur, so leggja vit til brots í steypakappingini móti Undrinum! Spennandi verður!





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar