Ahmed Keita til Giza Hoyvík!

Hann hevur vant og spælt í venjingardystum, men nú er avtala endiliga uppá pláss millum Skála og Giza Hoyvík. Giza Hoyvík fær tilgongd av roynda Ahmed Keita, sum í fjør var við til at geva Skála nýtt lív, hóast hetta í síðsta enda skuldi vísa seg at vera ov seint.

Keita hevur verið eyðsýndur í føroyskum fótbólti á hægsta støði, men drúgvir skaðar hava ikki hjálpt yrkisleiðina.

Nú verður hann aftur at síggja í Giza Hoyvík, og tað fegnast vit øll í felagnum um! Vit kenna dygdirnar, og vit vita hvat Keita stendur fyri. Hann hevur kvalitet, og nú hevur hann valt at leggja sína orku í okkara felag.

Vælafturkomin Ahmed Keita!





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar